BankNordik seldi øll síni partabrøv í Bakkafrost fyri 400 milliónir krónur. Í dag høvdi tey farið fyri 4,8 millardir krónur, tí at virðið á partabrøvunum er vaksið 12 ferðir síðani 2010. TF Holding og Eik Banki (Betri) hava eisini selt. Virðið hjá teimum í dag hevði verið 1,4 milliardir krónur. Av tí at føroyingar hava selt 3/4 av partabrøvunum í Bakkafrost til útlendigar, eru tað útlendingar, sum eiga størsta partin av felagnum.
Eins og bankarnir og tryggingin, so hava nógvir aðrir partaeigarar í Bakkafrost latið seg freistað at selja. Men størstu partaeigararnar, Oddvør og Regin Jaocbsen, sum um boðað
Í eykablaðnum Vinnuni, sum er í Sosialinum í dag, verður nomið við ársúrslitið hjá Bakkafrost og við, hví so nógvir útlendingar eiga í felagnum, sum eftir aðalfundin 13. apríl fer at gjalda sínum partaeigarum 513 milliónir í vinningsbýti.
Blaðið vitjar eisini á heimsins størstu smoltstøð, sum Bakkafrost byggir á Strond á Borðoynni. Persónssøgan hesaferð er Kristian Martin Rasmussen, skipari, sum greiðir frá, hvussu tað hevur gingið niður og upp hjá tí nú so peningasterka samtakinum P/F Palli hjá Marionnu. Og vitjað verður eisini á Klaksvíkar Sleipistøð, hvør stjóri, Frimodt Rasmussen í síðsta mánaði var kosin ársins stjóri.
Vikuskiftis-Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og kann keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo