##med2##
Øll rundan um B36 hava sovið søtt í nátt, ikki minst venjaratoymið hjá B36 sum duga at njóta hesa fyri føroyskan fótbólt fantastisku løtuna, tá vit fáa eitt lið víðari í einari evropeiskari kapping.
Dagin eftir minniliga 4-3 sigurin á Levadia Tallinn í Europa League undankappingini á Tórsvølli vitjaðu Jákup á Borg, høvuðsvenjari, Fróði Clementsen, hjálparvenjari og Tróndur Vatnhamar, málmansvenjari hjá B36 sendingina "Fótbóltspanelið" á FM1, har Tróndur Arge var vertur.
André Olsen, hjálparvenjari er eisini partur av venjaratoyminum hjá B36.
Teir tríggir sum mangan nevna seg "The Three Amigos" sláa fast, at tað eru slíkar løtur sum tær á Tórsvølli ígjár, ið gera tað vert alt stríðið at vera høvuðsvenjari, hjálparvenjari og málmansvenjari hjá B36 gjøgnum eitt langt kappingarár.
Hoyr "The Three Amigos" lýsa fantastisku upplivingina á Tórsvølli ígjár, og hvørji ynski teir hava til lutakastið í øðrum undanumfari, har kanska serliga Tottenham og AC Milan fanga eygað sum potentielt mótstøðulið hjá B36.