Thorning vildi ikki fordøma Ísrael

Forsætisráðharrin vildi ikki seta sítt navn undir eitt bræv hjá fýra norðurlendskum sosialdemokratiskum floksformonnum um ísraelsku framferðina í Gaza.

Tað hevur elvt til undran og atfinningar í sosialdemokratiska flokkinum í Danmark, at formaður teirra, Helle Thorning-Schmidt, sýtti fyri at skriva undir eitt felags bræv saman við fýra øðrum norðurlendskum sosialdemokratiskum floksformonnum, har funnist varð at ísraelsku framferðini í Gaza.

 

Teir, sum hava skrivað undir brævið, eru Jonas Gahr Støre úr Noregi, Stefan Löfven úr Svøríki, Antti Rinne úr Finnlandi og Árni Páll Árnason úr Íslandi.

 

Í brævinum skriva teir fýra floksformenninir, at ísraelska framferðin í Gaza er alt ov harðrend, og at hon er í stríð við fólkarættin og grundleggjandi humaniter prinsipp. Formenninir mæla Ísrael til at seta blokaduna av Gaza úr gildi og at steðga hersetingarpolitikkinum.

 

Formaðurin hjá sosialdemokratunum í Danmark, Helle Thorning-Schmidt, er í einari serstøðu í hesum viðfangi, tí hon er tann einasti av formonnunum, sum er stjórnarleiðari. Og hon boðaði hinum fýra frá, at hon vildi ikki skriva undir brævið.

 

Avgerð hennara hevur vakt ans. Ein, sum ikki er serliga hugtikin av hesum, er fyrrrverandi uttanríkisráðharrin og floksfelagi hennara Mogens Lykketoft, sum mangan var hvassorðaður mótvegis Ísrael. Hann vil ikki gera nakra beinleiðis viðmerking til avgerðina hjá forsætisráðharranum, men sigur við Politiken, at tað er væl kent, at hsnn er púra samdur við tí, sum hinir fýra floksformenninir skriva.