Eitt av útlendsku nøvnunum á Jóansøkufestivalinum er bólkurin Thorbjørn Risager blue 7. Longu hóskvøldið eru teir annar parturin í tí, ið rópt verður eitt hitt besta blueskvøld í Føroyum nakrantíð. Tá spæla teir í Stóra Pakkhúsi í Vági og á pallin fara tá eisini GoGo Blues. Ætlandi fara hesir tá eisini at royna seg saman í blues jammi, og er hetta startskotið til Jóansøkufestivalin.
Fríggjakvøldið fer so Thorbjørn Risager á stóra pallin á Jóansøkufestivalinum vesturi á Eiðinum í Vági og verður hetta væntandi ein rimmar konsert, har tað 7 mans stóri bólkurin av álvara fer at spíla seg út. Bólkurin er ikki ein og hvør, tí í fjør varð bólkurin útnevndur til ársnins bluesnavn fyri 2005 við jazzfestivalin í Keypmannahavn.
Kaggin
Nevnast kann at Gogo Blues fara á Jóansøkufestivalpallin leygarkvøldið.
Men leygarkvøldið leggja Thobjørn Risager og hansara menn so leiðina fram við Kagganum í Havn har teir eisini fara á pallin, innan teir halda ferða fram av landinum aftur, tí teir eru umbidnir á festivalar fram til seint í heyst og hava og skulu ætlandi vitja í fleiri londum.