Um knapt 17-tíðina seinnapartin í gjár kom eldur í seismikkskipið, Atlantic Explorer, sum tá var á leiðini norðanfyri Senja í Troms Eldurin tók seg upp í maskinrúminum, men tað eydnaðist trygdarmanningini við sjálvvirkandi sløkking, sum skipið hevur, at basa eldinum.
Sambært norsku heimasíðuni www.ba.no (Bergens Avis), byrjaði eldurin í einum hjálpimotori í maskinrúminum, og um 20-tíðina í gjárkvøldið varð hann sløktur.
Føroyska support-skipið hjá Atlantic Explorer, Thor Provider, sum Thor í Hósvík eigur, tók meginpartin av manningini av seismikkskipinum. Manningin telir 48 fólk, harav trygdarmanningin var eftir umborð til at basa eldinum.
Eingin fekk skaða undir tilburðinum.
Reiðaríið Thor í Hósvík váttar, at skipið hjá teimum seinnapartin í gjár tók ein stóran part av manningini av Atlantic Explorer.
- Vit hava verið í samband við Thor Provider og hava skilt, at tað gekk væl at taka manningina av seismikkskipinum. Vit eru chartraðir av altjóða seismikkfelagnum PGS, sum ger seismiskar kanningar við Atlantic Explorer.
Hjá Thor í Hósvík siga tey, at einir 5-6 mans vanliga eru við Thor Provider, og yvirmenninir eru føroyingar.
- Vit hava skilt, at støðan umborð á Atlantic Explorer er undir eftirliti, og øll manningin hevur tað gott, siga tey hjá Thor.