Thor má geva tol

Tað fer at taka sína tíð, áðrenn Pf. Thor fær at vita, um frysti fiskurin hjá trolaranum Ran kann seljast sum mannaføði.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan legði hald á góð 80 tons av lastini hjá Ran, sum hevði verið á Flemish Cap, tí sambært starvsstovuni var fiskurin ikki hagreiddur sambært reglunum, til at hann kundi seljast til matna. 

 

Reiðaríið mótmælti, og tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan helt upp á sítt, sendi reiðaríið Vinnukærunevndini málið, og har liggur tað nú. 

 

Anja Hovgaard, stjóri í Vinnukærunevndini, sigur, at tey fingu kæruna tann 30. mai. Men áðrenn málið kann leggjast fyri nevndina, skal tað upplýsast, og í hesum sambandi er kæran send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til ummælis. Starvsstovan hevur freist til tann 25. juni at svara.

 

Tá so upplýsingarnar eru komnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, skulu hesar sendast kæraranum, so hann kann gera sínar viðmerkingar. Hevur kærarin viðmerkingar, skulu hesar sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og soleiðis heldur upplýsingin fram. 

 

Tá málið er fult upplýst, ger ein løgfrøðingur tilmælið til Vinnukærunevndina, sum so tekur støðu til málið. Tí væntar Anja Hovgaard ikki, at nøkur avgerð verður tikin fyri summarfrítíðina. 

 

Tað er heldur ikki vist, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini verður tann endaliga, tí fær Pf. Thor ikki viðhald, kann felagið leggja málið fyri Føroya rætt. 

 

Søluvirðið á teimum umleið 80 tonsunum hjá Ran togar í 1,3 milliónir krónur. 

 

Í Vinnukærunevndini, sum nú hevur málið, eru Gurið Joensen, løgfrøðingur og formaður, Jákup Mørkøre, verkfrøðingur, Guðrið Andorsdóttir, cand. scient. og djóralæknarnir Niels Therkildsen og Ole Jurgens.