Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður ein forkunnug konsert við norska tónlistamanninum, Thomas Dybdahl í Norðurlandahúsinum í Havn. Thomas Dybdahl hevur eisini veruliga gjørt vart við seg í Bretlandi og USA seinastu tíðina.
Thomas Dybdahl verður sammettur við Nick Drake og Jeff Buckley. Í Noregi er hann stór stjørna og hevur vunnið fleiri Grammy. Talan er um stórtalentið Thomas Dybdahl, hvørs nýggjasta útgáva “What’s Left Is Forever” kom út í september 2013. Upptøkurnar eru gjørdar í Los Angeles og Noregi, og fløgan er framleidd av legendariska Larry Klein, sum m.a. er kendur fyri at hava framleitt fyri Joni Mitchell. Henda útgáva hevur fingið sera góð ummæli, og New York Times skrivar, at hvør sangur er sum ein spent og viðkvom kikkan eftir ondini.
Urd Johannesen, varaleiðari hjá Norðurlandahúsinum vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2. Og hon undirstrikar, at talan er um ein ógvuliga dugnaligan tónleikara, sum føroyingar skulu verða glaðir fyri at hava høvið at uppliva í annaðkvøld í Norðurlandahúsinum.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna við Urd Johannesen.
Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at hoyra framúrskarandi lagið hjá Thomas Dybdahl "But we did" : http://www.youtube.com/watch?v=1ZsJnUwnLos