Thomas Arabo tekur sæti á tingi

Á tingfundinum, sum verður í dag, tekur nýggjur javnaðarmaður sæti á tingi, meðan annar er í farloyvi. Ikki tí, hann hevur sitið har fyrr og hevur drúgvar royndir í fakinum.

Í dag fær Norðstreymoyar valdømi ein nýggjan tingmann.

Tað er Tummas Arabo, sum í eina viku skal avloysa Hans Paula Strøm, meðan hesin er uttanlands í arbeiðsørindum.

Og Tummas kemur beint í kjakið um løgmansrøðuna.

Anfinn Kallsberg helt fyri knappari viku síðan sína fyrstu løgmansrøðu, og í dag skal hon viðgerast á tingi.

Vit hava spurt Tummas Arabo, hvat hann fer at leggja seg eftir.

? Eg ætli mær at hyggj eftir oljumálum, fyrst og fremst, saman við tjóðskaparmálinum.

? Alt tos um sjálvstýri byggir á forvæntningar til eina framtíðar oljuvinnu, og tí ætli eg mær at hyggja at tí.

Men Tummas ætlar sær eisini at hyggja eftir samferðslumálunum og tað er meira av lokalum áhuga.

? Tað tykir mær, at allir hava gloymt vallyfti síni, men tað havi eg ikki.

? Eg haldi tað er neyðugt við eini raðfesting av samferðsluíløgunum, so at vit m. a. kunnu skapa umstøður fyri teimum smærri bygdunum.

? Her hugsið eg serliga um Tjørnuvík og tað er neyðugt, at ein tunnil verður gjørdur fyri at betra um bústaðarumstøðurnar har, sigur Tummas Arabo at enda.