Theodor verður fyrsti prestur í Hoyvík

Hoyvíkingurin Theodor E. D. Olsen verður fyrsti prestur í Suðurstreymoyar norðrara prestagjaldi í Hoyvík

Á felags kirkjuráðsfundi í gjárkvøldið hin 18. juni 2014 innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprestur. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir og setir sóknarprestin í embætið, tá ið formligu viðurskiftini eru greidd.

Prestagjaldið er tað yngsta í landinum og hevur tvær kirkjusóknir, Hoyvík og Kaldbak. Fýra umsøkjarar vóru til embætið.

Sunnudagin 6. september 2014 skipar Uni Næs dómpróstur Theodor í kallið við gudstænastu í Hoyvíkar kirkju kl. 11.