The Story Ends í kvøld í Tórskjallaranum

Tað er hósdagur, og munnu tey flestu ikki vita, hvat tað merkir? Tað merkir tónleikur í Tórskjallaranum.
Aftur í kvøld verður Tórskjallarin karmur um tónleikatiltak, sum Havnar Jazzfelag skipar fyri. The Story Ends eru høvuðsnavnið á skránni, men umframt teir, verður eisini blues og klavertónleikur at hoyra.

 

Tórskjallarin liggur á Sverrisgøtu, um nakar skuldi ivast, og Havnar Jazzfelag hevur tiltøk har av hesum slagnum hvønn hósdag og sunnudag við ymsum tónleikabólkum hvørja ferð.

 

Tiltakið byrjar kl 21.00, og heldur á inntil kl 23.45.