The Roots á Roskilde Festival

Roskilde Festivalurin hevur í dag kunngjørt, at The Roots verða við til ársins festival. Haraftrat eru nøvn sum Bon Iver, Bruce Springsteen, The Cure og Björk.

 

Hiphop bólkurin The Roots eru frá Philadelpia, og hevur bólkurin verið umboð fyri hiphop sjangruna síðani seint í 80’unum.

 

Bólkurin, sum trummuspælarin Questlove stendur á odda fyri, fær íblástur frá eitt nú Curtis Mayfield, Stevie Wonder og Marvin Gaye. The Roots góvu út fløguna Undun í desember í fjør.

 

Bólkurin hevur fleiri ferðir áður framført í Danmark. Eitt nú hava fleiri konsertir verið við bólkinum í Store Vega í Keypmannahavn,.

 

Roskilde Festivalurin hevur eisini almannakunngjørt, at svenski poppsangarin Jonathan Johansson fer at framføra, tá ið Roskilde Festivalurin er á skránni fyrsta vikuskiftið í juli.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Gaffa í dag.