»The Reds« fyri dyggum smeiti

Spaniumaðurin, Torres var so óheppin at meiðsla seg so mikið í venjingardysti fyri spanska landsliðið móti Fraklandi mikukvøldið, at hann verður ikki mettur at vera klárur aftur fyri 19. februar, tá Liverpool skal spæla truplan Champions League dyst móti italska liðnum Inter.

Skaðin Torres hevur fingið, merkir sostatt, at hann ikki verður við í dystinum móti Chelsea, umframt at hann væntandi heldur ikki verður klárur til FA Cup dystin í fimta umfari, ið verður móti Barnsley. Hesin seinast nevndi verður spældur næsta vikuskifti á Anfield í Liverpool.

 

Andriy Voronin, Fabio Aurelio, Alvaro Arbeloa og Daniel Agger eru allir langtíðarskaddir, meðan Xabi Alonso hevur leikbann.

 

Umframt hesa keðiligu sannroynd, hevur hálendski Ryan Babel, eisini fingið ein snudd í økulin, tá hann, eins og Torres var í venjingardysti mikukvøldið. So hann verður eisini ivasamur til dystin í London móti Chelsea.

 

Dysturin byrjar klokkan 16:00 sunnudagin