The LAB við Lindu Andrews á odda við nýggjum staklag

Fríggjadagin 4 sep. kemur annað staklagi frá pop/soul/funk/fusión bókinium ”The LAB” við Lindu Andrews á odda. 

Seks viðurkendir tónleikarar og instrumentalistar eru farnir saman um at gera eina tónleikaútgávu við egnum tilfari. Tónleikastílurin er eitt blend av pop/soul/funk/jazz/fusion. og bólkurin hellur til m.a. ”Dirty Loops” úr Svøríki. 

"The LAB” bleiv savnað undir lockdown, har allar konsertir og turnéir blivu avlýstar og tíðin var til at seta verkætlanina í gongd. Nýggja staklagið eitur ”Recharged” og er m.a. skrivað av Lindu Andrews og skipað av ”The LAB”.

Hoyr lagið her: https://www.dropbox.com/s/tnx35lv5pm03tq4/Recharged%20Master%20v.4%20%28Lead%20Gui.%20Center%29.wav?dl=

Sjónbandalagið er á veg.

Bólkurin: “ The LAB ” er mannaður av:

Linda Andrews, vokalist og sangskrivari, FO (Artist og seltt dobbelt platin, Burhan G, Clemens, Anders Blichfeldt, Søs Fenger, Carola, Vinnari av X-Factor)

Eliel Lazo Percussion, CUB ( Carl Nielsen prísin 2020 for Roots, Mads Langer, Herbie Hancock, Bob Mintzer, Wayne Shorter, Michel Camilo, Big band, Savage Rose, The Antonelli Orchestra, mfl)

Søren Reiff Guitar, DK (Chaka Khan, David Sanborn, Mike Stern, Level42, Robert Palmer, Randy Crawford, Tower of Power, Michael Brecker mfl.)

Mikkel Villingshøj ,Trummur og arr., DK (Suspekt, Klamfyr, Marwan, Førsteholdet, Jooks),

Kristof Jan Jasik Pianist og arr., POL (Tivoli Salon Orkestra, Gospelsisters m.fl)

Andreas Hatholt Bass, DK (Kaidi Tatham, Chris Clermont, Claudia Campagnol m.fl.)

Fyrsta staklagið “Feel Good Party” kann hoyrast her:

 

 

https://www.dropbox.com/s/zh7jdq3zyszn2ij/Feel%20Good%20Party%20Master%20FINAL.wav?dl=0

 

 

Fylgið “The LAB" her:

Facebook: https://www.facebook.com/themusiclabcph

 

 

Spotify: spotify:artist:7aRxNjFDxlifroRYoKusL1

 

##med2##

Linda Andrews (tilvildarliga vald mynd)