Í mong, mong ár hava The Isaacs ferðast og hava eisini nógvar útgávur á baki. Tey hava roynt og blandað saman blue-grass, gospel og country, men tá teirra útgáva nummar 30 skuldi innspælast, gjørdu tey av at søkja óroyndar leiðir og at vísa, hvat tey veruliga duga til. Og útgávan BIG SKY, ið er tann næsta hjá teimum í Gaither høpi, sigst eisini vera bergtakandi, elektrisk og eitt njótilsi.
Kent
Føroyingar flestir minnast sendingarnar í sjónvarpinum, har sonevnda Gaither familjan fekk stór gospel nøvn á vitjan og at syngja. At sleppa innar í Gaither kringin boðar frá, at góðskan er sum hon skal.
Og tað er eisini júst góðska, ið eyðkenir familjubólkin The Isaacs.
Vitjar ein t.d. heimasíðu teirra, so eru upptøkur at síggja, har ein fær at vita, hvat ein kann vænta sær.
Og ein skilir, hví hesin bólkurin ikki smæðist við at boða frá, hvat konsertvitjandi kunnu vænta sær.
Bólkurin er ein familja av ómetaliga vælleikandi tónleikarum. Hvørki meira ella minni!
Óivað fer bólkurin at leika okkurt av nýggja tilfarinum av BIG SKY útgávuni. Men hóast gingið verður óroyndar leiðir, sigst, so fjalist ikki, at røturnar eru í country og ikki minst blue-grass tónleikinum.
Og júst hesin tónleikurin hevur verið høgt mettur í Føroyum og hevur enn fjepparar. Hetta einafalda, ið ljóðar so væl og lætt, men sum kunnugt er tað einfalda ofta tað, ið krevur mest, um tað skal nytta nakað.
Og her koma The Isaacs til sín rætt.
Um kantin
Óivað verður tað spennandi á Fjarðafestivalinum at hoyra hesar úrmælingarnar.
At eyðmerkja bólkin og tónlekin er ikki so lætt, eftir tí, ið er atr finna á netinum, men talan er í øllum førum um ein bólk av glaðum tónleikarum, sum leikandi lætt spæla á palli, og koma langt útum pallkantin, so fjøldin sleppur at liva við, tá guitari, violin, mandolin og onnur ljóðføri leika.
At talan er um bólk við 30 útgávum á baki, sigur eitt sindur, og at bólkurin er við í Gaither høpi er nakað tað sama, sum at hava skjalprógv uppá dygd.