The Helsinki Strings vitja aftur

TÓNLEIKUR

Tíðindaskriv

 

Tað var á stóru norðurlendsku NMPU (Nordisk Musikpædagogisk Union) kongressini 1977 í Örebro í Svøríki, at tað seinni so gitna finska orkestrið Helsinki Ungdomsstråkare á fyrsta sinni gjørdi vart við seg uttanlands. Á hesari stevnu vóru úrvald orkestur og tónleikabólkar úr flestu Norðurlondum at hoyra, men hetta nýggja orkestrið úr Finlandi bar av øllum.

 

Í 1984 var Kodaly-seminar í Haslev í Danmark. Zoltan Kodaly var í sínari tíð saman við Béla Bartok fremstur millum tónaskøld í Ungarn. Umframt sítt aðalvirksemi sum skapandi listarmaður bygdi hann upp eina tónleikafrálæruskipan, sum gjørdist heimskend. Stovnarnir av áðurnevnda orkestri brøðurnir Géza og Csaba Szilvay, sum hava sítt tónleikastøði úr heimlandinum Ungarn, vóru við á hesum námskeiði, og høvdu orkestrið við sær. Hesaferð vóru vit fleiri føriskir musikkskúlaleiðarar, sum m.a. upplivdu hetta orkesturspæl, ið tók øll lurtandi rættiliga av fótum.

Við eitt høvi komu vit at hitta teir á máli, og tað førdi við sær eina minniliga orkesturvitjan í Føroyum árið eftir. Í Norðurlandahúsinum hoyrdu vit tá ein strúkaraljóm, ið, hóast spælarnir vóru ungdómar í 12-17 ára aldri, neyvan hevur verið at hoyra fullbornari síðan. Og ikki bert tað, men vit undraðust stórliga, tá leiðarin Géza Szilvay greiðandi frá sínum arbeiðslag fekk slíkt tónleikaligt endurljóð frá tilvildarliga valdum børnum í salinum, sum tú ikki hevði hildið at vera møguligt.

Jú, bæði her i Havn og aðrastaðni, har tey vitjaðu, vóru fólk hugtikin. Men hugtiknir vóru gestirnir eisini – av landi, fólki og teim tónlistarligu menningarmøguleikum, tey hildu seg varnast her. “This can be the best in the world”, hevði Szilvay fyri munni – ivaleyst eisini havandi í huga, at landaøkið er so avmarkað og tí lætt at heildarávirka. Hetta hevur hann meira enn einaferð borið fram síðan, og frá framkomnum tónlistarfólkum, ið sum ungdómar tá vóru við á ferðini, hevur tað verið endurtikið, at av øllum orkestursins vitjanum víða um heim stendur Føroya-ferðin í 1985 í einum heilt serligum minnisljósi.

Og nú koma tey aftur. Tað samband, sum tá varð knýtt til henda finska tónlistarheim, hevur ført við sær, at tað eftir summarfrí verður farið undir eina skúlaroynd í Havn eftir ungarsk-finska mynstrinum. Tað hevur gjørt sítt til, at flaggskipið innan finska strúkarauppalingina The Helsinki Strings kemur higar á vitjan mánadagin 15. juni.

Konsertætlanin er henda:

Týsdagin 16. juni: Skúlakonsert í Norðurlandahúsinum kl. 10.00

Almenn konsert í Norðurlandahúsinum kl. 19.30

Mikudagin 17. juni: Konsert í Fuglafjarðar Kirkju kl. 20.00

Hósdagin 18. juni: Skúlakonsert í Christianskirkjuni kl. 11.00

Almenn konsert í Christianskirkjuni kl. 20.00