Seinnapartin í gjár høvdu The Dreams útgávukonsert í Keypmannahavn í samband við, at fløga teirra Revolt kom á danska marknaðin. Henda konsert varð hildin í stóra fløguhandlinum TP Musik á Frederiksberg.
Umleið hundrað fólk vóru til konsertina ? harav størsti parturin danskir ungdómar, sum hava glett seg til nýggju fløguna hjá The Dreams.
Konsertin var ókeypis men føroysku dreingirnir spardu seg upp á ongan máta. Og við spentum fjepparum og einum væluppløgdum bólki, kundi konsertin illa verða annað enn lívlig og sera góð.
Eftir konsertina, sum vardi ein lítlan tíma, brúktu dreingirnir í The Dreams meira enn ein tíma at skriva autografar til mongu fjeppararnar.
Næsta konsertin hjá The Dreams verður í Hadarslev leygardagin, áðrenn teir fara at hita upp fyri heimskenda týska tónleikabólkin Tokyo Hotel í Forum mánadagin.