Dreingja dreymarnir um at sláa navnið fast úti í heimi síggja nú út til at kunna gerast veruleiki. The Dreams fara nevniliga á konsertferð í størstu býunum í Týsklandi í juli. Teir byrjaðu í Føroyum, vunnu síðani donsku hjørtuni og nú fara teir til Týsklands.
The Dreams fara í juli mánaði at hava tríggjar sonevndar promotionkonsertir bæði í høvuðsstaðnum Berlin, umframt í stóru týsku býunum Hamburg og München.
15. juli spæla teir í Berlin, 16. juli í Hamburg og 17. juli í München.
Týskland hevur heimsins triðstørsta fløgumarknað, so fáa The Dreams gjørt vart við seg har, skuldi tað økt munandi um møguleikan fyri einum altjóða gjøgnumbroti.