The Dreams rúkandi heitir til Føroya

The Dreams liggja framvegis ovast á hitlista í Danmark. Um vikuskiftið spæla teir í Fuglafirði, har eisini Ragnar Finsson fer at spæla til ungdómskonsert 9. vikuna á rað liggur sangurin Backstabber hjá The Dreams ovast á Boogie-listanum hjá Danmarks Radio. Hetta er púra óhoyrt og ein staðfesting av, at The Dreams eru serstakliga væl umtóktir millum danskan ungdóm.

 

Um vikuskiftiå fara The Dreams at spæla til konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta verður leygarkvøldið kl. 23.30. Fyrr á kvøldinum, kl. 18.00, fara The Dreams og Ragnar Finsson at hava barna- og ungdómskonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á teleshop.fo. Forsølan endar mikudagin.