The Dreams og BIAB á sama palli í Nibe

Føroysku rockbólkarnir The Dreams og Boys In A Band skulu spæla á sama palli á Nibe Festivalinum í Danmark Nibe Festivalurin verður hildin í døgunum frá 1. til 4. juli.

 

Fríggjadagin 3. juli spæla tveir føroyskir bólkar á pallinum, tey kalla Rocktown.

 

The Dreams leggja fyri klokkan 13.00, og síðst á kvøldinum, klokkan 23.15, spæla Boys In A Band á sama palli.

 

Høvuðsnøvn á Nibe Festivalinum í ár eru Aqua, Katy Perry og Amy MacDonald. Harafturat spæla eisini fleiri av fremstu donsku bólkunum á Nibe Festivalinum