Sambært lesaranum hjá tónleikablaðnum GAFFA, eru The Dreams millum tey bestu tónleikanøvnini í Danmark. Av 14 ymsum heiðurslønunum, blivu The Dreams valdur til tríggjar teirra The Dreams mugu sigast at hava sligið seg fastar ímillum danir, og ferð eftir ferð vinna ungir føroyingarnar longur fram í tí danska tónleikaheiminum. Seinasti heiðurin teir fingu, var tann, ið lesararnar hjá tónleikablaðnum GAFFA høvdu kosið teir til. Túsundtals danir hava kasta sína atkvøðu, og úrslitið er púra greitt ? The Dreams eru millum teir bestu.
Av teimum ymsu heiðurslønunum vóru The Dreams ímillum tríggjar teirra.
Ársins danska fløga:
1. Veto: Crushing Digits
2. Spleen United: Neanderthal
3. Tina Dickow: A Beginning, A Detour, An Open Ending
4. Choir Of Young Believers: This Is For The White In Your Eyes
5. The Dreams: Den Nye By
Ársins danski bólkur:
1. Veto
2. Spleen United
3. Volbeat
4. The Dreams
5. Choir Of Young Believers
Ársins danska lag:
1. Veto: You Say Yes, I Say Yes
2. Spleen United: Suburbia
3. The Dreams: Backstabber
4. Sys Bjerre: Malene
5. Choir Of Young Believers: Next Summer
.
Liva dreymalívið í Danmark
At verða kosin at verða millum teir bestu í Danmark hevur eisini sínar fyrimunir við sær. Hóast vit føroyingar ikki gera nógv burturúr at geva gávur til tónleikarar, so er hetta nakað, sum er blivin partur av gerandisdegnum hjá The Dreams. Teir greiða frá í samrøðu við Rás2, hvussu teir ferð eftir ferð móttaka gávur frá ymsum fjepparum, ið á ein og hvønn hátt ynskja at vísa teirra stuðul til bólkin. Hóast óveruligt fyri ungu føroyingarnar, mugu teir sigast at liva dreymalívið í Danmark.










