The Boss spældi "The Rising" fyri Barrack Obama

Demokratiska forsetavalevnið fekk í gjár hjálp frá tónleikastjørnuni Bruce Springsteen

Meiri enn 60.000 fólk vóru komin saman til veljarafund hjá Barack Obama í býnum Cleveland í statinum Ohio í gjárkvøldið. Men tey vóru tó ikki bara komin at lurta eftir Obama, tí undan fundinum var fráboðað, at sjálvur Bruce Springsteen skuldi á pallin.

Við einum akustiskum gittara spældi stjørnan millum annað lagið "The Rising", eitt lag, sum hevur verið nógv brúkt í sambandi við veljarafundir hjá Barrack Obama.

-Eg havi brúkt 35 ár til at skriva um USA og amerikanska fólkið, og hvat tað merkir at vera amerikanari. Tjóðini trøvar ein, sum hevur teir eginleikar, sum júst Obama hevur, segði Springsteen og varð dúgliga fagnaður.

Demokratiska forsetavalevnið duldi heldur ikki fyri, hvat hann heldur um The Boss:

-Tað eru bara nøkur heilt fá, sum ígjøgnum sín tónleik og sang seta sín dám á okkara lív við at siga okkum søguna um tað amerikanska fólkið, og Bruce Springsteen er ein teirra, segði Obama.