G! avdúkar í dag, at The Blind Boys of Albama spæla á festivalinum í summar. Blindu harrarnir hava verið virknir í skjótt sjeyti ár. Bólkurin hevur vunnið fimm Grammy® Awards, fýra Dove Awards, Grammy® Lifetime Achievement Award, National Endowment for the Arts Lifetime Achievement Award seinastu 10 árini.
The Blind Boys of Alabama hava spælt fyri amerikanskum forsetum tríggjar ferðir. Fyri Bill Clinton í 1994, Georg Bush í 2002 og Barack Obama í fjør.










