Valdsbýti, ella trýbýti av valdinum, sum flestu løgfrøðingar og stjórnmálafrøðingar vilja tvíhalda um er galdandi skipan í Føroyum, merkir í stuttum, at valdið ikki er samlað á einum stað.
Teoriin er í stuttum tann, at tað fólkavalda løgtingið er lóggevandi, løgmaður við sínum landsstýrismonnum og umsiting, tað útinnandi, og dómsvaldið tað dømandi.
Uppgávan hjá løgtinginum er at lóggeva. Hetta er ásett í okkara stýrisskipan. Uppgávan hjá tí útinnandi valdinum er at útføra í verki tað sum løgtingið lóggevur. Teoriin er tann, at uppgávan hjá tí útinnandi valdinum er at gera tað sum løgtingið ásetir gerast skal, ella umsita løgtingslógirnar.
Við hesi skilagóðu teori, kann tryggjast, at tað ikki er sami myndugleiki, ið ger og samtykkir lógirnar og samstundis umsitir somu lógir.
Tá okkara stýrisskipan byggur uppá eina so fyrimyndarliga valdsbýtis teori, er tað bara spell, at hetta als ikki er veruleikin, uttan á skriftini.
Veruleikin er tann, at flest allar lógir, um ikki allar, verða gjørdar av umsitingini hjá landsstýrinum. Í summum førum verða uppskot um løgtingslógir gjørdar eftir at ein arbeiðsbólkur ella nevnd hevur givið landsstýrismanninum eitt tilmæli. Í øðrum førum verða uppskot til løgtingslógir orðað av umsitingini ella øðrum eftir umbøn frá avvarðandi landsstýrismanni.
Tað er avvarðandi landsstýrismaður, ið síðani fer tað tungu leið niðan í tingið við einum uppskoti til løgtingslóg, men einans eftir at hann hevur havt uppskotið á landsstýrisfundi og hinir landsstýrismennirnir hava havt ríkiligt av tíð at umhugsa og ráðføra seg við sítt bakland, um hvør teirra áskoðan skal vera.
Tá uppskotið langt um leingi verður lagt fram í løgtinginum, verða uppskotini sum oftast samtykt uttan stórvegis broytingar, uttan so at tað snýr seg um at avtaka siglingina hjá Smyrla uppá Vág og onnur tílík lokal viðkomin mál.
Eftir at løgtingið hevur samtykt uppskotið, gerst tað til eina løgtingslóg, har andstøðan hevur atkvøtt ímóti, meðan samgongan fyri. Løgtingslógin fer nú aftur til tað málaráðið, har tað av fyrstan tíð byrjaði, hesu ferð ikki til viðgerðar, men at verða umsitið av sama landsstýrismanni og hansara umsiting, ið byrjaði arbeiðið at evna uppskot til nýggja løgtingslóg.
Við hesum í huga, er tað ikki so merkiligt, at landsstýrismenn gerast frá sær sjálvum, tá formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd hevur tann frekleika at krevja ávirkan á eina løgtingslóg, og at krevja ávirkan á løgtingsins fíggjarlóg, tað er jú burtur úr vón og viti! Gott nokk eitur tað løgtingsins fíggjarlóg, og er tað løgtingið, ið skal samtykkja lógina, men at løgtingið eisini skal avgera, hvat teir skulu samtykkja, tað er follið mongum landsstýrismanni tungt fyri hjarta.
Um landsstýrismenn og fleiri við teimum hava tað uppfatan, at tað altíð skal vera landsstýrið, ið skal avgera hvat løgtingið samtykkir, er tað so neyðugt við einum løgtingið ? Hvar er eftirlitið og valdsbýti í eini skipan uttan tenn, ið kunnu býta frá sær ?
Sjálvandi, løgtingið er undirhaldandi í so máta. Løgtingsmenn eru altíð til dystin fús til bæði songkvartettir, karamell smakkiroyndir og spurningarkappingar. Tað er so hugnaligt !
Tann lóggevandi parturin hjá løgtinginum er alsamt blivin meira og meira til eina stempulteldu. Tað landsstýrið leggur fram, fær tað bláa stempli frá løgtinginum. Sanniliga er løgtingið lóggevandi, men hevur løgtingið reelt nakað vald í føroyska samfelagnum í dag ?
Vildi vóna, at tíðin skjótt fór at koma, tá okkara forna fólkavalda løgting aftur fekk veruligt vald.