Thailendsku fótbóltsdreingirnir eru fluttir í klostur

Flestu av dreingjunum, sum í 17 dagar vóru fangaðir í holu í Thailandi, flyta nú í klostur

Flestu av dreingjunum, sum í 17 dagar vóru fangaðir í holu í Thailandi, eru nú fluttir í klostur.

 

Í Thailandi er tað siðvenja, at mann eftir traumatiskar upplivingar tekur eitt uppihald á klostri. Hetta er í samband við buddisku trúnna.

 

Tá teir koma í klostrini, verða teir kliptir og skulu luttaka í einum kjólahátíðarhaldi fyri so at blíva innvígdir í klostrini. Í klostrunum skulu teir m.a. brúka tíðina uppá at meditera og biðja. 

 

Endamálið við uppihaldinum er, at teir skulu verja seg sjálvar og uppliva eitt slag av endurføðing. Dreingirnir koma at vera í ymsum klostrum í níggju dagar - níggju dagar, tí 9 er eydnutal í Thailandi.

  

25 ára gamli venjarin verður munkur, tí hetta kann mann bara, tá mann er 20 ár og eldri. Ein av dreingjunum fer ikki við í klostur, tí hann er av kristnari trúgv.

 

23. juni blivu 12 dreingir frá einum fótbóltsliði innibyrgdir í einari holu í Thailandi saman við venjara sínum. Dreingirnir eru millum 11 og 16 ár. Stór bjargingartiltøk vórðu sett í verk, og eftir 17 dagar eydnaðist tað at fáa allar manns heilskapaðar út aftur.