Fyri tíggju døgum síðani samtykti løgtingið uppskotið til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.
Hetta uppskot er ein koyriætlan uppá 11 ár fram móti føroyskum fullveldi.
Men sambært Kára Petersen, búskaparfrøðingi og fyrrverandi fíggjarstjóra í Tinganesi, er hetta ein koyriætlan, sum heilt einfalt ikki hongur saman. Orsøkin er, at samstundis sum landsstýrið sigur hetta vera eina ætlan fram móti einum sjálvstøðugum búskapi og politiskum fullveldi, hækka útreiðslurnar hjá landskassanum meira enn gott er.
Kári Petersen hevur sett upp eina framrokning av avleiðingunum av sjálvstýrissamtyktini.
Tola ikki útreiðslur
Útrokningarnar hjá Kára Petersen vísa, at um landsstýrið skal kunna náa sínum máli, um at gera føroyska búskapin óheftan av ríkisveitingini umleið ár 2012 til 2015, skulu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum als ikki vaksa komandi 15 árini.
Verður ætlanin longd, so vit ikki skulu hava ein sjálvberandi búskap fyrr enn um 25 til 30 ár, kunnu vit kortini ikki hava nakran serligan vøkstur í rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum. Í útrokningum sínum metir Kári Petersen, at rakstrarútreiðslurnar ikki mugu hækka meira enn 1 prosent árliga.
Samstundis vísir búskaparfrøðingurin á, at sitandi landsstýri hevur økt útreiðslur landskassans við góðum 5 prosentum árliga seinastu trý árini. Og heldur hann, at landsstýrið harvið hevur gjørt føroyska búskapin enn meira heftan av ríkisveitingini, enn hann var frammanundan.
Kári Petersen sigur, at um roknað verður við sannroyndarligum fyritreytum, er avleiðingin av at avtaka heildarveitingina eftir 12 til 15 árum, at hallið hjá landskassanum eftir fáum árum kemur upp á 500 til 600 milliónir krónur.
Í útrokningum sínur roknar Kári Petersen við einum árligum búskaparvøkstri á 2 prosent, tá inflatiónin er frároknað. Útreiðsluvøksturin hevur hann sett til 2 prosent um árið.
Lønarvøkstur og eldrabylgja
Búskaparfrøðingurin heldur lítlar møguleikar vera fyri at halda útrteiðsluvøksturinum undir 2 prosent um árið. Hann vísir á, at av samlaðu rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum uppá 2.750 milliónir, hava 705 milliónir beinleiðis við talið á pensjónistum at gera. Og samstundis vísir hann á, at talið av pensjónistum helst fer at hækka við umleið 2 prosentum árliga í sambandi við sonevndu eldrabylgjuna í Vesturheiminum.
Ein annar stórur partur av rakstrarútreiðslunum eru lønarútreiðslur. Kári Petersen vísir á, at í dag fara 1.450 milliónir til lønarútreiðslur. Og roknast má við einum ávísum reallønarvøkstri uppá minst 1 til 1,5 prosent, heldur hann.
? Hetta merkir, at rakstrarútreiðslurnar av sær sjálvum fara at hækka við hálvumøðrum prosenti árliga. Samanumtikið verður tað tí eitt tógvi stríð at halda útreiðsluvøksturin nógv undir 2 prosent, ger Kári Petersen greitt.
Ongar útrokningar
Kári Petersen vísir á, at vanligt er, at øll lógaruppskot, sum verða løgd fyri tingið, hava í endanum eina frágreiðing, sum greiðir frá, hvørjar fíggjarligar avleiðingar standast av uppskotinum.
Men ongar slíkar útrokningar fylgja við uppskotinum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, hóast tað millum annað snýr seg um at lækka stuðulsveitingarnar úr Danmark við 1.200 til 1.300 milliónum krónum.
? Sitandi landsstýri, sum áður hevur gjørt kunningarherferðir um fullveldisætlanina, hevur higartil ikki viljað, dugað ella torað at gjørt eina útrokning av, hvørjar fylgjur nýggja fullveldisætlanin fer at fáa, og leggja ætlanina fyri Føroya fólk. Tí havi eg gjørt mær tann ómak at gera slíka útrokning, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur.