Tað hevur mangan verið ført fram, at tryggingarfeløgini áttu at givið viðskiftafólkunum útgerð til brunatrygd. Hetta verður partvíst gjørt í løtuni, men framyvir fara øll, sum tekna nýggja trygging at fáa tilboð um tílíka útgerð. Sambært báðum tryggingarfeløgunum eru ongar ætlanir um at bjóða gomlu kundunum trygdarútgerðina, og eru grundgevingarnar fyri hesum millum annað, at tað ikki er uppgávan hjá tryggingarfeløgunum at máa støðið undan teimum, sum selja trygdarútgerð. Hetta sigur Edvard Heen frá Tryggingarfelagnum. Harumframt eiga flest øll húski í dag trygdarútgerð, sigur Ali Celebi frá Trygd.
Í vikuskiftisblaðnum skrivaðu vit enn einaferð um ein álvarsligan eldsbruna, sum kundi verið forðaður, um roykvarnarar vóru í húsinum. Her var talan um eina familju úr Miðvági, sum bert hevði búð í einum eldri húsum í eina viku. Tíbetur var ongin fólkaskaði, men húsini fórust somikið illa, at tey nú verða tikin niður og bygt upp aftur.
Til allar nýggjar kundar
Hjá tryggingarfelagnum Trygd sigur Ali Celebi stjóri, at tey síðani á sumri í 2005 hava latið ein sokallaðan brandpakka til kundar, sum hava bygt nýggj hús. Í brandpakkanum er eitt brandteppi, eldsløkkjari og roykvarnarar. Spurdur, um tey eisini hava ætlanir um at lata slíka útgerð til fólk, sum tryggja eldri hús, sigur hann, at tað hava tey ikki gjørt higartil, tí fólkini eiga ofta útgerðina.
- Men hóast tey helst eru fá, hava vit ætlanir um framyvir at bjóða útgerðina til øll, sum tekna eina húsatrygging hjá okkum, sigur Ali Celebi. Hann vísir á, at tað at bjóða fólki brandpakkar, er ein liður í tí at bjóða eina góða tænastu, sum samstundis gevur meining.
- Tað er eisini í okkara áhuga at minka um vandarnar og skaðarnar, sum standast av eldi. Um til dømis eldur kemur í eitt sjónvarp ella í ein lampuskerm, so kann eitt brandteppi forða fyri, at eldurin breiðir seg, sigur hann.
Skundar undir málið
Hjá Tryggingarfelagnum Føroya, sigur Edvard Heen, varastjóri, at tey higartil ikki hava givið kundum trygdarútgerð, men at tey leingið hava havt ætlanir um hetta.
- Tað hava verið tveir álvarsligir eldsbrunar í Vágum seinastu tíðina. Hesir hava avgjørt skundað undir málið, og innan leingi fara vit at bjóða nýggjum kundum roykvarnarar, sigur Edvard Heen. Tryggingarfelagið sigur, at tey hava keypt nakrar roykvarnarar, sum fara at verða latnir kundum í sambandi við átøk um brunatrygd, sum verða sett í verk komandi tíðina.
Ávísum hugburður
Sambært Ali Celebi frá Trygd stava nógvir tryggingarskaðar frá einum ávísum hugburði hjá fólki, har tey gloyma at lata aftur og sløkkja eftir sær.
- Eitt nú, tá tú setir bilin í tómgongd ella letur ljósið verða tendrað, tá tú fer út. Tá tú gloymir at sløkkja fyri ovninum ella kókiplátunum ella letur vatnið renna. Hetta eru alt skaðar, sum kundu verið fyribyrgdir, og sum, umframt at dálka umhvørvi og vera kostnaðarmiklir, eisini økja um vandan, sigur Ali Celebi.