Fríggjakvøldið 17. oktober verður útgávukonsert í Kelduni við bólkinum ZAMAR
Tey sum mynda bólkin eru Eyðun Jacobsen og døtur hansara, Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen. Tey hava sungið nógv saman til ymisk tiltøk, og nú kemur so útgávan, Vit eiga vón.
Á fløguni eru 13 sangir, allir á føroyskum, herav 11 nýliga eru týddir til føroyskt av Árna Jacobsen, Flóvin Tyril og Eyðuni Jacobsen. Tónleikurin er innspældur í USA meðan sangurin er innsungin í Krisstuff Studio í Hoyvík. Stílurin er vælkendur southern gospel/country tónleikur sum vit kenna frá eitt nú Gaither Homecoming.
Á konsertini fara góðir, royndir tónleikarar at spæla undir hjá Zamar. Eitt nú verða Gotfred Joensen, Jónsvein Heinesen, Eyðun Jóhannesen, Rúni Eysturlíð, Torben Koch og Sámal Joensen.
Eisini fer Kvartettin í Betesda at luttaka á konsertini við teirra vælklingandi sangi.
Tað verður ókeypis atgongd til konsertina, tó verður ein innsavnan.