Í samband við útgávu av nýggjari fløgu við Páll Sólstein og Aldubáruni verður útgávukonsert í Leikalund í Klaksvík, hóskvøldið 2. november
Á fløguni eru 12 løg, sum Páll Sólstein hevur gjørt til yrkingar eftir Christian Matras, Jens Paula Heinesen, Steintór Rasmussen, T.N. Djurhuus, Hans A. Djurhuus og William Heinesen.
Luttakarar á fløguni eru Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, ið syngja saman við hesum tónleikarum úr Aldubáruni.
Fiól: Angelika Nielsen. Floyta: Andrea Heindriksdóttir. Fagott: Jógvan Zachariassen. Flygil: Stamen Stanchev. Flygilhorn/trompet. Ólavur Olsen. Flygil/Horn: Páll Sólstein. Trombone: Andras Olsen. Akkustiskan gittar. Ólavur Jakobsen. Elektriskan gittar. Mikkjal Hvannastein. Ljómborð: Finnur Hansen. Akkustiskan bass. Arnold Ludvig. Slagverk: Rógvi á Rógvi. Sello: Tóri Restorff Jacobsen,
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Finnur Hansen og"$?$end$!$Finnur Hansen og</st1:PersonName$?$end$!$ Magni Huusgaard hava tikið sær av upptøkunum og Finnur hevur ljóðblandað. Lennert Kjeldsen mastraði. Fløguhúsan hevur Edward Fuglø gjørt og tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni.<BR>Sangirnir eru fyrr framførdir á konsertferð hjá Aldubáruni í Føroyum, Danmark og Norra.
Konsertin byrjar kl. 18.00 og varir í ein tíma. Ókeypis atgongd.