Útgávukonsert við Heina Lutzen

Útgávukonsertin verður á Nebo í Toftum í kvøld Klokkan 23 verður útgávukonsert við Heina Lutzen við nýggju fløguni ´Sálmar´ í Nebo á Toftum. Fløgan har Heini Lutzen letur aldargamlar sálmar í ein nýggjan, tónlistarligan búna er væl móttikin millum manna.

 

Fyrireikarnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til útgávukonsertina. Talan er um ókeypis atgongd til útgávukonsertina, og er kaffi og okkurt søtt at fáa, tá steðgur er.

 

Longu klokkan 20 byrjar ein sangløta í Nebo við lovsangsbólkinum í Nebo og sangframførsla við Torkil Mørkøre og Jóhan Magnus Olsen.