Útgávukonsert við Høgna Lisberg

Høgni Lisberg klárur við triðju fløguútgávu síni og í kvøld kl. 21 verður útgávukonsert hansara í Atlantis. ?Høgni - Hare! Hare!? er stutta, men løgna heitið á triðju tónleikaútgávuni frá Høgna Lisberg í egnum navni.

Á fløguni eru tíggju løg og stílur og løg eru sera organisk og livandi. Samstundis er ljóðið á útgávuni nútímans og í tíðarinnar anda.

Fyrsti sangurin av fløguni, sum Útvarp Føroya hevur sett í umfar, eitur ?Soul Company? og longu nú er greitt, at lagið er komið á fimta pláss á popularitetsbarometrinum ?15 tær bestu?.

Um fløguna Høgni - Hare! Hare! kann annars sigast, at hon er prentað av Jakebox í Svøríki. Hendan fyritøkan er so mikið tilvitað um umhvørvið, at alt starvsfólkið súkklar til arbeiðis og orkan, sum verður brúkt á arbeiðsplássinum, kemur frá vindorku - talan er sostatt um rættiliga grøna vøru.

 

Í desember mánaða fer Høgni at spæla konsertir ymsastaðni í Føroyum, har føroyingar fáa forrætt at hoyra nýtt tilfar frá einum av okkara mest eldhugaðu tónleikarum. Eftir hetta fer Høgni ein túr til evropeiska meginlandið, har hann er í januar mánaða er boðin at spæla í franska býnum Cannes. Orsøk til hetta er altjóða tónleikamessan MIDEM, hvørs umboð hava boðið Høgni at spæla á tiltakinum MIDEM Talent Showcase 2009.

 

Nýggja fløgan hjá Høgna Lisberg kom út mánadagin 1. desember.

 

Atgongumerki á 100 kr. til konsertina í kvøld fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ein hálvan tíma áðrenn konsertina.