- Tað ljóðar vilt, men viðhvørt skulu vit hugsa vilt fyri at fáa tað at bera til.
Tað helt Kári Mortensen á Jarðfeingi á ráðstevnuni á Hotel Øravík leygardagin um burðardygga menning í Suðuroy.
Á ráðstevnuni varð nógv tosað um at byggja orkuna út við varandi orkukeldum fyri at gera okkum so leys av oljuni sum gjørligt.
Í hesum sambandi varð nevnt, hvussu ómetaliga góðir møguleikarnir eru at byggja út við vindorku, sjóvarfalsorku, berghita, saman við teirri vatnorku vit longu hava, umframt við ískoyti frá sólorku og øðrum keldum.
Semja er um, at næstu árini fer tørvurin á elorku at veksa við risafetum, tí í framtíðina verður tað elorka, sum skal nøkta okkara tað allar mesta av okkara orkutørvi, bæði til ljós, hita og bilar.
Men tað er ongin neyð, tí møguleikarnir at byggja varandi orkukeldur út í Føroyum eru so mikið góðir, at tað ber væl til hjá okkum at nøkta okkara egna orkutørv.
Og hugsa vit stórt ber enntá saktans til at gera so nógva grøna orku í Føroyum, at vit kunnu gerast eitt land, sum útflytir ein hóp av grønari orku, ístaðin fyri eitt land, sum innflytur ein hóp av olju til orku.
- Tað eru óavmarkaðir møguleikar at framleiða orku úr vindi og sjóvarfalli, varð staðfest á ráðstevnuni.
Nevnt varð, at kanningar vísa, at tað er so nógvur vindur í Føroyum, at her á landi gevur ein vindmylla næstan ferðir so nógva orku sum ein tilsvarandi mylla gevur niðri á meginlandinum í Evropa.
Samstundis eru avbera góðir møguleikar fyri sjóvarfalsorku.
- Vit hava tann fyrimun, at tað er so ymiskt, hvussu tað rekur ymsastaðni í Føroyum. Tá ið kyrrindi eru einastaðni, er broddur eina aðrastaðni og tí verður orka altíð framleidd.
Ein milliard
Kári Mortensen á jarðfeingi segði, at tað ber væl til at byggja so nógv út við vindmyllum og sjóvarfalsorku, at vit kunnu útflyta eini 3000 gigawatt tímar av grønari orku til meginlandið í Evropa
Útflyta vit tað fyri 30 oyru fyri hvønn Kilowatt tíma, fer tað at geva okkum eitt útflutningsvirðið upp á eina milliard um árið.
Kári Mortensen staðfestir, at hetta ljóðar vilt. Men hetta er ein dýr útbygging og tí er neyðugt at hugsa vilt fyri at fáa tað at bera til.
Hann skeyt upp á, at ein slík útbygging fer at kosta einar 10-15 milliardir.
Hetta eru øgiliga leyðsligt tøl, men als ikki veruleikafjar, heldur Kári Mortensen.
- Í Føroyum hava vit óavmarkað av grønari orku og tøknin til at fáa fatur á henni er tøk
- Og niðri í Evropa hava vit eitt meginland, sum skríggjar eftir grønari orku, so hetta er als ikki heilaspuni, legði hann afturat.
Hinvegin helt hann eisini, at føroyingar sleppa ikki undan at taka støðu í spurninginum om okkara orkuveitingar.
Støðan, sum er nú, kann ikki halda fram, tí oljan er ov dýr og trygdin og óviss og tí skal støða takast til, hvønn veg vit skulu, sigur hann.
200 myllur í Sandoy
Skal orkan útbyggjast so skynsamt sum gjørligt, er tað best at seta eina stóra vindmyllulund upp á einum staði.
Kári Mortensen nevnir, at Sandoy kundi verið eitt gott upp upp á eitt pláss, ið kundi hýst eini slíkari orkulund.
Hann sigur, at einar 200 vindmyllur á Sandoy, samantvinnað við sjóvarfalsorku, kunnu tilsamans geva okkum eina orku upp á 3000 gigawatttímar.
Hann sigur, at hann tosar um eitt tíðarskeið upp á eini 10 ár.
- Men tað eru stórar myllur, sum verða sjónligar í náttúruni, tí tær eru einar 150 metrar høgar.
Ein annar møguleiki er at brúka syðra part í Sandoy, syðra part í Streymoy og ein part í Sandoy, men tað er dýrari at spjaða myllurnar.
Tey, sum vilja vita meiri um vindorku, kunnu fara á: www.vikingenergy.co.uk
Har verður greitt frá hetlendsku ætlanini, sum er áleið tað sama, sum hugsað verður um í Føroyum. Ætlanin í Hetlandi er um at verða veruleiki.
Fyrst í Suðuroy
Kanska verður Suðuroy grønasta oyggin í Føroyum um nøkur fá ár.
Í løtuni verður arbeitt við eini verkætlan um at byggja varandi orkuna í Suðuroy út og tað er ein norðurlendsk verkætlan, sum norðurlendska ráðharraráðið stuðlar.
Tað er eitt danskt verkfrøðingafelag, sum stendur fyri ætlanini í samstarvi við Jarðfeingi og tær kanningarnar verða lidnar seinni í ár.
Hetta er ein ætlan við tí, ið nevnist ”pump to storage”, sum er ein skipan, har vatn verður endurnýtt til at gera orku burtur úr.
Endamálið er at brúka tey vøtnini í Suðuroy, sum longu verða brúkt í sambandi við vatnorkuni.
Talan er um vøtnini omanfyri Botn og Vatnesvatn.
Og pump to storage merkir, at vindorka verður brúkt at pumpa vatn úr eini goymslu í láglendinum, upp í vøtnini í hæddini og so rennur tað oman aftur í turbinurnar og ger streym.
Gongst sum ætlað, kann Suðuroy verða fyrsta staðið í Føroyum, har hetta verður roynt.
100 milliónir
Knud Simonsen, lektari í Havfrøði, staðfesti á ráðstevnuni í Suðuroy, at beint sunnanfyri okkum, í Hetlandi og Skotlandi, er sjóvarfalsorka og vindorka í stórari menning.
Og í løtuni verður arbeitt við ítøkiligum ætlanum á hesum øki, har hetlendingar ætla at útflyta orku til meginlandið í Evropa ígjøgnum kaðal.
Eisini aðrastaðni í heiminum er stórar, ítøkiligar ætlanir á hesum øki.
Eisini hann er sannførdur um, at vit hava góðar møguleikar í Føroyum.
Hann ásannar, at talan er um stórar íløgur.
- Men hinvegin er talan um serstakliga arbeiðsskapandi íløgur, tí talan er um stórar og tungir lutir, sum mugu framleiðast á staðnum, ella í minsta lagi setast upp.
- Tá ið vit fara undir hetta, svarar tað til at vit byggja eitt skip fyri góðar 100 milliónir um árið í Føroyum segði hann fyri at vísa, hvussu nógv arbeiðið, hetta kastar av sær.
Viðhvørt skulu vit hugsa vilt og stórt og tað er als ikki veruleikafjart, at um fá ár kunnu Føroyar verða eitt land, sum útflytir grøna orku niður á meginlandið í Evropa










