- Tað var Delta Seafood á Tvørori, sum átti slógvið, sum varð útflutt úr Vági við ongari løggilding í summar, men vit vóru í góðari trúgvi, sigur stjórin - Tað eru vit, sum áttu slógvið, sum varð útflutt fyrst í juli í summar við ongari góðkenning. Men vit vistu ikki betri.
Tað staðfestir Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri.
Hesa vikuna hevur sjónvarpið hjá Kringvarpinum havt eina søgu um eina sending av slógvi, sum varð útflutt úr Vági, uttan at hava løggilding.Men ivingarsamt er, hvør framleiðarin var.
Men nú staðfestir stjórin á Delta Seafood, at teir áttu slógvið.
Slógvið er frá fiski, sum varð virkaður á Delta Seafood og TG-Seafood í Hvalba og tað varð virkað,altso malið og fryst í blokk á frystimiðstøðini í Vági.
Teir hava ikki sagt so nakað alment um málið fyrrenn teir høvdu kunnað Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og tað hava teir gjørt nú.
- Tað eru vit, sum hava útflutt slógvið, sum Frystimiðstøðin hevur virkað.
Magnus Jespersen sigur, at einaferð eitt eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni var á eftirlitsvitjan, fingu tey munnliga at vita, at ongi krøv vórðu til útflutning av slógvi.
- Tí útfluttu vit slógvið í góðari trúgv, sigur Magnus Jespersen.
- Men aftan á kom okkara egni góðskuleiðari eftir, at løggilding skuldi til, so tað søktu vit um beinanvegin.
Hann sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði nøkur krøv, sum teir nú eru í ferð við at lúka og teir vænta at hava løggildingina seinni í hesum mánaðinum.