Vøkstur var serliga innan útflutning av hýsu, toski og makrel. Vøksturin var ávíkavist 47, 41 og 31 prosent í virði, skrivar Hagstovan.
##med2##
’Aðrar vørur’ og ’slógv og fiskaúrdráttir’ høvdu eisini ein penan vøkstur við ávíkavist 20 og 17 prosentum. Vøksturin í virði í laksaútflutninginum vaks við 7 prosentum síðstu 12 mánaðirnar.
Afturgongdin var størst í vørubólkinum ’skip og flogfør’, har afturgongdin var 75 prosent. Svartkjafturin hevði eisini eina afturgongd á 30 prosent, og upsi hevði eina afturgongd á 22 prosent.
##med3##
Tá ið hugt verður eftir innflutningstølunum, er størstur vøkstur í bólkinum ’skip og flogfør’. Her var vøksturin 235 prosent.
Í bólkinum ’til hav- og landbúnað’ var vøksturin 16 prosent. Vøksturin í innflutningin av akførum var 8 prosent og ’tilfar til annan ídnað’ var eisini 8 prosent.
Vørubólkurin ’maskinur og amboð’ hevði størstu lækkingina, nevniliga 32 prosent. Vørubólkurin ’tilfar til byggivinnuna’ hevði eisini eina lækking á 9 prosent.
##med4##