Útflutningsvirðið av alifiski økist í stórum

- meðan útflutningsvirðið av flestu fiskasløgum minkar, økist útflutningsvirðið av alifiski í stórum, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið til og við august mánað í ár var 2.594 mió. kr. Síðsta ár var útflutningsvirðið somu mánðaar 2.710 mió. Sostatt er útflutningsvirðið 115 mió. minni í ár ella 4% minni. Taka vit ikki skip við, er talan um eina minking uppá 15%.

Minkingin er serliga stór í útflutningi av uppisjóvarfiski, við eini minking á 66%. Eisini mjøl, fóður o.l. minkar nógv. Størsti vøksturin er framvegis í útflutningi av alifiski, har vit higartil í ár hava útflutt fyri 72% meir enn somu tíð í fjør.