TF 235 milliónir í avlopi

Eins og minna tryggingarfelagið hevði Tryggingarfelagið Føroyar eitt gott ár í 2010. 235 milliónir var avlopið áðrenn skatt og 202 milliónir krónur eftir skatt. Tað var serliga skaðatryggingar virksemið og íløguvirksemið, sum skaptu góða úrslitið.

- Tað var í høvuðsheitinum fáir skaðar sum gjørdu, at árið royndist so væl. Skaðatryggingar prosentið ? tað vil siga prosentvísa útgjaldið fyri hvørja tryggingarkrónu ? vaks tó frá 45 upp í 69%, og hetta komst fyrst og fremst av einum stórum skaða umborð á einum skipi, sum eldur kom í, sigur Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Hetta er annað árið á rað, at Tryggingarfelagið Føroyar gevur risaavlop, men hetta var mest sum neyðugt, tí 2008 var søguliga vánaligt og gav eitt undirskot á 400 milliónir krónur.

Eginognin er nú komin upp á 1.685 milliónir krónur.

Regin Hammer segði í framløguni av ársroknskapinum, at fyri fyrstu ferð í mong ár hevur felagið fingið fleiri kundar frá kappingarneytunum, enn teir hava mist hinvegin.

Hann vísti eisini á eina danska kanning sum vísir, at donsku tryggingarfeløgini eru millum 20 og 40 prosent dýrari enn ein tilsvarandi føroysk trygging.

Regin Hammer sigur, at hann ikki væntar, at árið í ár fer at roynast eins væl og 2009 og 2010, tí hesi bæði árini hava havt søguliga fáar skaðar.