- Tey virðismeta at vit eru her

Í ár var 25. ferð, at KFUK hevur bjóðað einligum inn til jólahald jólaaftan

Seinastu vikuna hava hjúnini Louisa Niclasen Hansen og Eisenberg Hansen brúkt nógva tíð í KFUK húsinum. Har hava tey hava stillað jólatræ upp, pyntað og gjørt annað praktiskt fyrireikingararbeiði til jólahaldið fyri einlig, sum KFUK skipar fyri jólaaftan á hvørjum ári.

 

Í ár var 25. ferð, at KFUK bjóðaði inn jólaaftan.

 

Hjúnini skipa við gleði fyri hesum jólahaldinum, og tey føla ikki, tey missa nakað við at brúka sín jólaaftan uppá hendan mátan – tvørturímóti.

 

- Vit eru tilkomin fólk og dáma væl at halda jól soleiðis. Fólk eru glað fyri tað, og tí eru vit eisini glað fyri tað. Tey virðismeta, at vit eru her, so tað er deiligt, sigur Louisa Niclasen Hansen.

 

Hon fær eisini nógvar positivar afturmeldingar frá øðrum um hjartagóða initiativið.

 

- Øll, sum eg snakki við, eru glað fyri hetta tiltakið og halda, tað er fantastiskt, at onkur ger hetta, sigur Louisa Niclasen Hansen, sum hevur staðið fyri tiltakinum síðan 2009.