Tey venja dúgliga

Um hálvttriðja hundrað sangarar og tónleikarar fara á pallin í Norðurlandahúsinum at framføra Requiem eftir Guiseppe Verdi. Verkið hevur ikki verið framført fyrr í Føroyum.

Í hesum døgum venja tey dúgliga í Norðurlandahúsinum. Síðani mánadagin hava tey vant til The North Atlantic Choir Festival, ið á føroyskum kallast Atlantsljómur. Luttakandi kórini eru úr Íslandi, Føroyum, og Noregi og eisini luttekur symfoniorkestur úr Danmark. Yaacov Bergman úr Colorado Springs í USA er dirigentur.

Leygardagin og sunnudagin fara um hálvttriðjahundrað sangarar og tónleikarar á pallin í Norðurlandahúsinum at framføra Requiem eftir Guiseppe Verdi. Havnarkórið hevur tikið stig til tiltakið. Kórið hevur í síni 32 ára virkistíð tikið stig til mong stór tiltøk og nú royna tey aftur. Og tey meta verkið at bera av í stórleika og dramatiskari megi.


Til Fuglafjarðar og Eiðis

Umframt framførslurnar av Verdis Requiem, fara kórini at hava a capella konsertir. Umframt konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld, fara kórini til Eiðis og Fuglafjarðar fríggjadagin, at hava konsertir í kirkjunum har.