Tey vænta at árið í ár verður sum í gomlum døgum

Tað sæst, at fólk eru sloppin at ferðast aftur, siga tey bæði í Atlantsflogi og í Vága Floghavn

Eftir tvey vánalig ár, sær tað betri út nú. Tað sigur bæði nevndin í Atlantsflog, og nevndin í Vága Floghavn nú árið í fjør er gjørt upp. Tey vænta bæði, at árið í ár fer at líkjast gomlum døgum, sum tað var, áðrenn korona herjaði.

 

Í Atlantsflogi vænta tey væl fleiri ferðafólk í ár enn í fjør. Vit síggja longu nú, at áhugin hjá føroyingum at ferðast aftur er veksandi, siga tey í Atlantsflogi. Tað er eisini stórur áhugi hjá útlendingum at koma til Føroya og tí vænta tey eisini, at fleiri fólk fara at flúgva við Atlantsflogi.

 

Men tey leggja afturat, at støðan er ótrygg tí krígg er í Ukraina og prísurin á brennievni hækkar. Samstundis veit eingin, hvussu verður við koronufarsóttini seinni í ár og alt tað kann ávirka gongdina munandi.

 

 ­– Vit vænta tó, at ávirkanin frá farsóttini av álvara fer at minka út á árið, og at ferðafólkatalið frá øðrum ársfjórðingi í 2022 og frameftir verður á hædd við 2019, sum annars var metár, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

 

Nevndin heldur fram óbroytt eftir aðalfundin í dag. Tað merkir, at Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

 

Eisini í Vága Floghavn hava tey góðar vónir fyri árinum. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar var kortini rættiliga nógv merkt av koronu, men nú vit eru komin nakað út á várið sær munandi frægari út, siga tey.

 

Búskaparliga gongur tað væl, arbeiðsloysið er lágt, og fólkatalið táttar nú í 54.000. Útlitini fyri føroysku flogvinnuni eru góð og Føroyar hava fingið nógva positiva umrøðu sum ferðamál í altjóða miðlum seinastu árini. Tí vænta tey eitt summar, sum fer at líkjast rættiliga nógv metárinum 2019. Samanumtikið vænta tey, at ferðafólkatalið fer at koma upp á onkrastaðni millum 350.000 og 400.000 í ár. Í 2019 ferðaðust væl yvir 400.000 ferðafólk til Føroyar, og úr Føroyum, ígjøgnum flogvøllin.

 

Eisini Vága Floghavn hevur havt aðalfund og nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Gunn Hanusardóttir Møller og Uni Danielsen.  Umframt hesi, eru trý hevur starvsfólkið valt trý umboð í nevndina og tey eru Sámal Birgir Johansen, Tórstein á Steig og Evan Hilmarsson.