Tey ungu mettu stutt sagt, at tey ungu dugdu ov illa at koyra, og at orsøkin var, at tey høvdu ov fáar royndir. Víst varð í fleiri førum til Noreg, har tey ungu fáa loyvi at koyra við foreldrunum frá tí at tey eru 16 ár. Í Noregi hinvegin verða nú helst strangari krøv sett til hesa royndarkoyring, tí uppskot er frammi um kravdar ástøðiligar royndir, áðrenn tey ungu sleppa at koyra. Koyrilærararnir í Noregi vísa á, at teir ikki hava fingið minni at gera av hesi skipanini ? tey ungu, sum hava koyrt við foreldrunum, duga oftast betri at handfara bilin, men hava ofta "arvað" óvanarnar hjá foreldrunum, eins og tey ikki klára seg betur til ástøðiligu royndirnar enn onnur, skrivar Ferðslutrygd á heimasíðuni.