Fyri eini tíð síðani setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera nøkur uppskot um, hvussu vit kunnu basa trupulleikanum við rúsevnum. Og nú er arbeiðsbólkurin liðugur og fríggjadagin fer hann at handa løgmanni eina heildarætlan fyri, hvussu vit koma hesum trupulleikanum til lívs.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið, avdúkaði Bárður Nielsen, løgmaður, at hann var sloppin at kagað í heildarætlanina og longu áðrenn hon er løgd fram, er hann greiður yvir, at tað verður stórarbeiði at basa trupulleikanum.
– Tað er greitt, at trupulleikin verður ikki loystur við bara at útvega fleiri tollarar ella fleiri narkohundar, sigur løgmaður. Tað er heldur ikki nokk at hækka játtanina til at viðgera misbrúkarar og somuleiðis er tað heldur ikki loysnin at styrkja løgregluna.
Løgmaður sigur, at tað einasta, sum ger mun, er at syrgja fyri, at eingin eftirspurningur verður eftir rúsevnum. Tað, sum skal til, er, at vit fáa eina hugburðsbroyting hjá teimum ungu, so at missa hugin til rúsevni, tí so verður eingin eftirspurningur eftir tí longur.
Men Bárður Nielsen ásannar, at skal tað eydnast at beina fyri eftirspurninginum, fer at tað krevja, at tiltøk verða sett í verk á nógvum økjum. Tað krevst, at børn og ung fáa góða kunning í skúlunum og tað krevst eisini, at vit stuðla ítróttinum og øðrum frítíðarlívi so at ungdómurin fær okkurt at vera felags um.
Tað er hetta, sum fær tey ungu at lata vera við at taka rúsevni. Hann sigur, at hann er greiður yvir, at hetta fer at kosta pengar, men hann ræðist rúsevni og tí er tað pengar, tey eru sinnað at brúka. Tað loysir seg nógv betri at brúka pengarnar upp á fyribyrging, heldur enn upp á viðgerð, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at tað er rættiliga skjótt, at eitt fólk, sum kemur illa fyri av rúsevnum og endar í sosialum skipanum, kostar samfelagnum einar fýra milliónir krónur.
Vit hava meiri frá landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í Sosialinum hetta vikuskiftið