Tey ungu og tey heilt gomlu

Veljarakanningin hjá Sosialinum vísir, at tað er tað yngra ættarliðið og tey heilt gomlu, sum taka undir við ætlan samgongunnar

Í sambandi við veljarakanningina varð spurt um aldur og í tí sambandinum er gjørd ein talva, sum vísir hvørjir aldursbólkar taka undir við fullveldisætlanini og hvørjir ikki gera.

Her kemur greitt fram, at tað eru teir yngru aldursbólkarnir, sum í fyrsta umfari taka undir við ætlanini hjá samgonuni. Hetta er í sær sjálvum ikki so løgið, tí serliga í sambandi við seinasta val, varð eitt nú tosað nógv um, at tað vóru teir heilt ungu og nýggju veljararnir, sum taka undir við loysingarrákinum ella fullveldisrákinum, sum tað eitur í dag.


Tey etableraðu

meira rólig

Talvan omanfyri vísir eisini, at teir báðir bólkarnir í oamfyri miðjuna hella tann vegin, at teir taka ikki undir við ætlan samgongunnar í fullveldismálinum.

Hetta eru tey etableraðu og tey hava ofta lyndi til, at taka tað róligt, heldur enn at leypa framav, heldur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, sum kortini ikki torir at gera nakra niðurstøðu út frá hesum upplýsingunum.

Tað ger Jóannes Eidesgaard heldur ikki, men hann staðfestir bara, at tað er so.

? Kortini trúgvi eg ikki, at tað er tilvildarligt, at tað eru tey, sum eru millum 544 og 77, sum eru teir veljararnir, sum taka undir við arbeiðinum hjá andstøðuni


Tey elstu »eru

við upp á nótarnar«

Tað, sum so harafturímóti fær fólk at spíla eygu og oyrur í sambandi við hesa talvuna er, at tey heilt gomlu. Tey, sum eru eldri enn 78 ár, at tey taka undir við fullveldismálinum.

Tað skal sigast, at munurin millum ja og nei í hesum aldursbólkinum er sera lítil, men tað er í hvussu er staðfest, at millum tey gomlu er størri undirtøka fyri fullveldinum enn tað er móti.

Hvørki Jóannes Eidesgaard ella Edmund Joensen hava huga at gera viðmerkingar til henda partin, tí, sum teir báðir siga, tað er ótrúliga torført at siga nakað um.

Men vit mugu í hvussu er siga, at argumentini um, at tað eru tey ungu bráðræsnu, sum taka undir við fullveldismálinum, tey halda ikki í hesum førinum.

Gamaní, tey gomlu eru mangan ferug, men bráðræsin eru tey valla á gamalsaldrinum.