Tey ungu kenna mørkini

Terje Kollsker, sálarfrøðingur á pskiatriska deplinum, heldur ikki, at ungdómurin tekur skaða av hot-spot tiltakinum, sum dansistaðið Eclipse skipaði fyri fríggjakvøldið

Eftir at dansistaðið Eclipse lýsti við tiltaki, sum onkur rópar porno og onnur Hot Spot, hava fólk gjørt vart við, at fyriskipararnir fara út um mørk. Ikki minst hevur myndin á lýsingini provokerað fólk.

Her á redaktiónini hevur onkur mamma ringt inn, og foreldur hjá starvsfólkum á staðnum hava noktað børnum sínum at arbeiða hetta kvøldið. Fólk sum arbeiða við ungdómum hava gjørt vart við seg, og málið hevur verið umrøtt í útvarpinum. Øll finnast tey at tiltakinum, og siga, at hetta er enn eitt dømi um vaksandi trupulleikan við seksualisering av almenna rúminum, og at tey ungu læra at fara út um mørk.

Men spyrja vit sálarfrøðingin Terja Kollsker, cand.psych., sum arbeiðir sum sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum, og hevur serligt innlit í viðurskiftini hjá børnum og ungum, sigur hann, at vit eiga at fegnast um, at tey ungu eru so frí.

- Spyrt tú tey 18 ára gomlu, sum fara til eitt slíkt tiltak, so flenna tey og siga harragud, hatta eru vit so von við, sigur Terje Kollsker. Hann vil eisini vera við, at tey ungu sum ikki kenna mørkini bróta tey óansæð um slík tiltøk eru ella ikki.

- Hetta kenna vit innan øll øki: rúsdrekka, sex, telduspøl og rúsevni.


Fyrr var bara tøgn

Hann sigur eisini, at fyri tey ungu eru tað vanligt at vera lætt ílatin, og kortini trýr hann ikki, at tey eru meira markleys, enn tey vóru fyrr.

- Munurin er, at fyrr varð onki tosað. Alt var tagt burtur. Men tey ungu eru munandi betur upplýst í dag, og hava helst nógv meiri tamarhald á støðuni, enn vit geva okkum far um. Ikki minst, tí tey eru von við at tosa um tað. Og vita eftir, tað eru mest tey eldri, sum finnast at tiltakinum, sigur Terje Kollsker, sum eisini vísir á, at tað altíð er gott at seta orð á tabu, tí tá kunnu vit fyrihalda okkum til tað.

- Tá tú tosar um tingini og fyriheldur teg til tey, so kanst tú eisini reflektera og gera tær tínar egnu niðurstøður. Eisini, tá tað stoytir summi, sigur Terje Kollsker, sum sigur seg úttala seg sum sálarfrøðing og ikki tekur moralska støðu, tá hann nú verður spurdur um júst hetta tiltakið.


Hatta er ikki porno

Men Terje Kollsker heldur tað kortini vera gott, at fólk reagera og gera vart við tað, tá tey halda at farið er um mørk.

- Orðaskifti er altíð gott, tí soleiðis gera vit okkum greitt, hvar okkara mørk eru, sigur Terje Kollsker.

Viðvíkjandi myndunum, sum liggja á heimasíðuni hjá býin.fo, sigur Terje Kollsker soleiðis:

- Hasar myndirnar ikki porno, men konseptið hjá diskotekinum er erotikkur. Hvat nýtt er í tí, eitt leygarkvøld í Havn millum fólk í býnum?

Sálarfrøðingurin sigur tó, at eitt sum kortini kann vera vandin við einum tiltaki av hesum slag er, at størsta trýstið kanska liggur á starvsfólkunum, sum skulu útstilla seg.

- Eru hesi ella onkur av hesum útsett fyri krøvum, ið fer yvir teirra mark, og kenna tey seg noydd? spyr hann, og vísir á, at kundarnir velja sjálvi, um tey fara inn, og hvussu tey eru ílatin.



--


Myndatekstur:


- Hasar myndirnar ikki porno, men konseptið hjá diskotekinum er erotikkur. Hvat nýtt er í tí, eitt leygarkvøld í Havn millum fólk í býnum? Spyr Terje Kollsker



Terje Kollsker, sálarfrøðingur sigur, at tey ungu, sum ikki kenna mørkini bróta tey óansæð um slík tiltøk eru ella ikki.

- Hetta kenna vit innan øll øki: rúsdrekka, sex, telduspøl og rúsevni.