Tey ungu eru drívmegin

Nú kappróður verður í Vestmanna leygardagin, luttekur Havfrúgvin við tveimum barnamanningum.

 

 

Fjarðastevna er annaðhvørt ár í Vestmanna, og tá stevnan ikki er í Vestmanna, skiftast Skála og Strendur um at skipa fyri. Sámal Joensen, sum situr í starvsnevndini hjá VÍF, sigur, at tað er róðrarnevndin, sum tekur sær av tí praktiska í samband við kappróðurin.

- Hetta arbeiði gongur væl, og vit vóna, at kappróðurin fer at savna nógv fólk, eins og líkt er til, at hann hevur gjørt á undanfarnu stevnum higartil í ár.

Hann sigur, at 5-mannafarið Havfrúgvin fer at luttaka við tveimum barnamanningum, einari gentumanning og einari dreingjamanning. - Eg haldi eisini, at onkrir ungdómar úr Vestmanna rógva við 5-mannafarinum Junkaranum úr Kvívík.

Sámal Joensen sigur, at 6-mannafarið Fortuna, sum var við í fjør, er ikki við í ár. - Vit vóna, at tey ungu, sum nú rógva í Vestmanna, fara at halda fram, soleiðis at tað verður lættari at manna kappróðrarbátarnar frameftir.

Skráin fyri fjarðastevnu í ár er ikki rúgvusmikil, og her er eitt nú eingin dansur á skránni, sum tað annars plagar at vera, tá stevna er í Vestmanna. - Vit mugu smyrja okkum við, at tíðin er ikki hin rætta til eina drúgva stevnu í ár, og hetta merkir eisini skránna fyri fjarðastevnu.

Sámal Joensen sigur, at barnaróðurin byrjar leygardagin klokkan 13.30, og løtu seinni letur eisini matsøla upp á havnalagnum, har fólk kunnu keypa sær kaffi, vafflur, toast, pylsur og annað.

FM-kappróðurin byrjar klokkan 15, og matsølan verður opin so leingi, sum róð verður. Eitt lítið tjald verður sett upp til matsøluna. Eftir at kappróðurin er liðugur, verður útimøti á Reyða Torginum klokkan 19.30, og tað er Útimøtibólkurin, sum skipar fyri.

Um kvøldið er ætlanin at hava summarbál uttan fyri John’sa brúgv, sum staðið verður rópt, og her verður sangur, tónleikur og grilling um viðrar. - Tað er ikki óhugsandi, at onkur onnur smærri tiltøk verða í Vestmanna á fjarðastevnu, og um so verður, verður kunnað um hesi, sigur starvsnevndarlimur í VÍF.