Tey trý sjúkrahúsini og tilvildin (III)

Ídag standa vit við heitinum: “Læknar undir trýsti” og “læknatrotið liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum”, sum fjølmiðlar, starvsfólk og læknar á LS hava tikið til

 

Í seinastu grein míni nevndi eg , at: “Í hálva øld hevur verið sagt, at skulu læknar fáast til Føroya, ræður um at fáa niðurbart tey smærru sjúkrahúsini....” og síðani varð víst til sjónvarpssendingina: “Læknar undir trýsti”, sum vísti, at so einfalt gjørdist tað tó ikki hjá 50.000 íbúgvum.

 

Í fjør – neyvan er hend tann stóra broytingin – setti In.fo læknatrotið á skránna við tí veruleika, at á Landssjúkrahúsinum “átti at vera 83 serlæknar, meðan talið av verandi yvirlæknum er 36. Harafturat eru fýra størv, sum eru ósett. Tað er ringt at finna nakran til tey størvini, men eydnast tað, verða 40 serlæknar á Landssjúkrahúsinum”.

 

 

Staðfesting eftir hálva øld

Víðari skrivar In.fo, at: “Nú nógv orðaskifti er um støðuna á Landssjúkrahúsinum, hava læknarnir víst myndugleikunum á, at læknatrotið liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum....”.

 

Hetta er eitt av úrslitunum eftir stríði í hálva øld og fleiri álit!

 

Aðrastaðni verður tikið til, at fleiri av læknunum fara og eru farnir um pensjónsaldur.

 

Tað tekst ikki burtur, at soleiðis sum serlæknagreinir hava verið lagdar, so hevur tað verið ein stýring, alt eftir hvørjir læknar eru undir útbúgving ella rættari sagt, hvørja serlæknaútbúgving hesir hava. Soleiðis hevur verið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og sjálvandi ikki í minni mun á Landssjúkrahúsinum. – T.v.s. – eingin stýring!

 

 

Endurtøkan hjá Cato

Eingin ivi er í, tað vísir søgan, at tilvildin og harvið stríðið eru sloppin leys á víðum vølli. Ein orsøk er helst tann, at tað ongantíð hevur verið so frægur friður á føroyska sjúkrahúslæknaøkinum, at nakar heilsumálaráðharri hevur kunnað staðfest ella hevur hættað sær undir, sambært føroysku sjúkrahúslógina, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu mannast og við hvørjum sergreinum – ella yvirhøvur, hvat skal vera á hvørjum sjúkrahúsi. Allir hava rent seg ímóti, við ráðum frá læknum á Landssjúkrahúsinum og ávísum embætismonnum við upprópinum, at “smærru sjúkrahúsini mugu leggjast niður, eins og meiri enn gott og væl tveytúsundára kenda og ofta tiltikna orðatakið, sum Cato endaði sínar røður við: “Annars haldi eg, at Kartago eigur at verða lagt í oyði”!

 

Føroysku sjúkrahúsini hava tí tykst rillandi arbeiðspláss og óspennandi, oftast elvt av stríði , sum eg skal koma inn á seinni.

 

Harvið hevur tað verið og harvið hevur tilvildin sloppin at skapa stríð innanveggja á hvørjum sjúkrahúsi sær og millum læknar og millum øll trý sjúkrahúsini. Síðani hevur hvør nýggj samgonga latið staðið til við undirskorðan av Landssjúkrahúsinum nú í hálva øld -  ella helst knapliga tað  - endurnýggja orðini hjá Cato við øðrum nøvnum: “Annars halda vit, at tey smærru sjúkrahúsini eiga at verða løgd í oyði”!

 

Her standa vit í dag við syrgiliga úrslitinum: “Læknar undir trýsti” og “læknatrotið liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum”!