Tey í Tjørnuvík fáa aldrin tunnil við hetta lag

Hendrik Old sigur, at skulu Tjørnuvík, og aðrar fjarskotnar bygdir, nakrantíð fáa tunnil, mugu óvanlig stig takast

Skal tað nakrantíð eydnast at gera tunnil til Tjørnuvíkar, ella til aðrar fjarskotnar bygdir í Føroyum, verður tað neyðugt at óvanlig stig.

 

Tað er Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, púra sannførdur um.

 

Men hann er eisini til reiðar at taka tey neyðugu stigini fyri at tryggja tjørnuvíkingum, dalbingum, fámjiningum, gjáarfólki, og kanska øðrum við, betri samferðslusamband við einum tunli.

 

Og nú fer hann at vita um hann fær aðrar politikarar við upp á tað, so at ætlanin kann setast í verk.

 

Hendrik Old er sannførdur um, at vit tí arbeiðshátti, sum nú verður brúktur, verður tað aldrin, at peningur fer at verða settir av til tunlar til tær smærru bygdirnar.

 

– Tað fyrsta, sum nú liggur fyri, er at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar og síðani er tað tunlarnir norður um fjall. Og nú eru eisini vestmenningar farnir at strongja á, at fáa tunnil.

 

– Tað vísir seg, at tey størri plássini vinna hvørja ferð, og arbeiðshátturin nú er, at tunlar verða goldnir so hvørt, teir verða gjørdir, og tí krevja teir øgiliga stórar upphæddir um árið.

 

– Samstundis hava vit í minst ein mansaldur tosað um tunnil til Fámjins, Tjørnuvíkar, Gjáar, til Dals, og kanska aðrastaðir við, men enn eru teir ikki ein millimetur nærri enn teir vóru fyri 30 árum síðani.

 

Tí er einasti máti at broyta mannagongdina, soleiðis at tunlarnir kunnu gerast í smáum.

 

Tað, Hendrik Old nú fer at arbeiða fyri, er at fáa politiska undirtøku fyri at landið aftur skipar eitt toymið til at bora tunlar, akkurát sum landið hevði fyrr, og at keypa, ella leiga, útgerð at bora tunlar við.

 

Tá bar til at gera ein tunnil í smáum við smærri upphæddum á fíggjarlógini hvørt ár, og hann heldur, at hetta er einasti máti at útvega smærri bygdum betri vegasamband við tunli.

 

Hann sigur, at nú tað politiska arbeiðið verður tikið upp aftur eftir nýggjár, fer hann at kalla umboð fyri teir politisku flokkarnar á fund at tosa um hesi viðurskifti.

 

Tað hevur ikki verið undirtøka fyri hesum, men Hendrik Old hevur varhugan av, at hugburðurin er við at broytast, so hann hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast.

 

– Antin gera vit okkurt fyri at bøta um vegasambandið til hesar bygdirnar, ella skulu vit boða teimum at í hvussu so er hendan samgongan er heldur ikki til reiðar at tey skulu fáa tunnil. Og tað góðtaki eg treyðugt, leggur Hendrik Old afturat.