Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan klokkan 20. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Treytirnar her eru, at ársins miðvallari er ein miðvallari ella ein vongur.
Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins miðvallari hjá kvinnum og monnum:
Tær tilnevndu til ársins miðvallara eru:
Evy á Lakjuni, KÍ
Jacoba Langgaard, ÍVB
Heidi Sevdal, NSÍ
Teir tilnevndu til ársins miðvallara:
Heðin Hansen, HB
Mathias Nygaard, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan 20.











