Tey tilnevndu: Ársins málverjar

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins málverji hjá kvinnum og monnum

Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins málverji hjá kvinnum og monnum: 

Tær tilnevndu til ársins málverji:

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Óluvá Joensen, KÍ

Hjørdis Nesá, ÍVB

Eyðgerð Mikkelsen, HB 

Teir tilnevndu til ársins málverja:

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Tórður Thomsen, NSÍ