Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins spælari hjá kvinnum.
Tær tilnevndu til ársins spælari hjá kvinnum eru:
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Sanna Svarvadal, KÍ