– Heilsumyndugleikarnir lítismeta, sjúk og veik við at koyra tey afturum í bíðirøðini. Tað heldur Fía Petersen, forkvinna í Javna. Og hon átalar eisini, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ber í bøtuflaka fyri hesum.
Tað, hon sipar til, at, at leiðslustarvsfólk, og onnur á Landssjúkrahúsinum, og í Almannaverkinum, eru koppsett fyri koronu, hóast tey ikki áttu tørn enn eftir koppingarætlanini. Almenna frágreiðingin er at tað var tí, at skamtar lupu av og fyri at teir ikki skuldu fara fyri skeytið, vórðu boð send eftir starvsfólki, sum vóru beint við, so at tey kundu verða koppsett, heldur enn at lata koppingarevni fara fyri skeyti.
Fía Petersen vísir á, at í KvF hevur Lis Eklund greitt frá, hvussu avbyrgd dóttur hennara, Bára, hevur verið, síðan koronasmittan kom til landið. Og hon greiddi frá, hvussu tey øll ganga í støðugum ótta fyri smittuni, og hvussu stóran mun tað hevði gjørt fyri Báru og alla familjuna, at hon varð koppsett.
Bára hevur fjølbrek, býr á røktarbústaði, og tolir als ikki at fáa smittuna. Hon er sostatt ein av teimum, sum hoyra til bólk 2 í koppsetingarætlanini, og sum tískil eigur at verða koppsett sum skjótast.
– Bára og fleiri við henni, ið eru sjúk og veik, eru nøkur av teimum, ið gjalda hægsta prísin, nú sóttin herjar. Tey hava meira og minni verið í sóttarhaldi síðani síðsta vár. Hetta er tungt, og fleiri av teimum verða kropsliga og sálarliga illa fyri, og bæði tey sjálv, og teirra avvarðandi, líða undir støðuni.
– Nú er tað so so komið fram, at leiðslustarvsfólk á sjúkrahúsinum og onnur, sum av tilvild vóru nærhendis, hava fingið koppingarevni, sum hevur verið til avlops. Sostatt vórðu tey, sum eru næst í røðini ikki koppsett og tí undrast vit á avgerðina hjá sjúkrahúsverkinum.
– Vit kunnu ikki trúgva annað enn, at talan er um eitt stórt mistak, ið antin byggir á væntandi ráðlegging, manglandi innlit í støðuna hjá teimum, ið eru sjúk og veik, ella kanska bæði, sigur Fía Petersen.
– Men gjørt er gjørt, koppingarevnið er brúkt, og Bára og fleiri við henni, bíða enn eftir tørni, leggur hon afturat. Hon sigur, at avleiðingin er, at tey føla seg gloymd og undirmett av heilsumyndugleikunum.
– Vit høvdu væntað, at leiðslan á sjúkrahúsverkinum, ella ovasta politiska leiðslan á økinum, kom við eini góðari frágreiðing, og helst eisini eini umbering, fyri, at tey veiku og sjúku í hesum førinum vórðu lopin um, sigur forkvinnan í Javna.
Og ikki minst høvdu tey væntað, at tey komu við eini trygd fyri, at mannagongdin verður broytt, soleiðis at koppingarætlanin verður fylgd frameftir.
– Men nei. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum vil ikki fara í KvF at svara fyri seg, men í tíðindaskrivi, og samrøðu við FM1, letur Landsstýrismaðurin okkum vita, at hetta er í fínasta lagi. Hann letur okkum vita, at øll kunnu gera mistøk, eisini sjúkrahúsleiðslan, og at talan bara er um eini 100 fólk sum fingu avlopskoppsetingar, harav tey flestu kortini skuldu koppsetast skjótt, eftir koppingarætlanini.
Nei Kaj Leo Holm Johannesen, Landsstýrismaður í Heilsumálum. Hetta er ikki í lagið! Tað, sum er farið fram er fullkomiliga óvirðiligt ímóti teimum, sum eru sjúk og veik, og sum næstan ikki hava haft samband við heimin uttanfyri sínar fýra veggir, síðan korona farsóttin byrjaði, sigur forkvinnan í Javna.
–Tað kann gott vera, at talan bara var um nøkur fá, sum komu framum í bíðirøðini, men hvør dropi av koppseting er dýrabarur hjá teimum, sum tørva hann mest, og hvør dagur telur, sigur hon.
– Tá ein avvarðandi traðkar fram, og er stúrin um støðuna, er tað minsta, vit kunnu vænta, eitt virðiligt aftursvar frá myndugleikunum og at myndugleikin gevur teimum vissu fyri støðuni frameftir.
– Vit kunnu als ikki góðtaka, at myndugleikarnir tykjast at hava so lítla virðing fyri Báru og øðrum í hennara støðu, at slík mistøk bara verða kveistrað av borðinum og lítismett, sigur Fía Petersen.