Jenis av Rana, løgtingsma:ur Miðfloksins
Er syndin so burtur í dag ella upphavsmaður hennara? Nei, tíverri, tóat mong, ið dyrka kærleiksboðskapin tykjast halda tað. Bíblian sigur greitt, at upphavið til syndina gongur ljóslivandi okkara millum og enn roynir at »drepa, stjala og forkoma«, sigur Jenis av Rana í viðmerking til Una Arge
Loyvi mær eina stutta viðmerking til brot úr samrøðu við teg í Sosialinum leygardagin, har tú m. a. verður endurgivin hesi orð:
»... eg kundi hugsað mær at granska Bíbliuna út í æsir. Hon er tann bókin, sum hevur stórsta týdningin fyri okkara mentan og atferð, og tí kemst ikki uttan um hana. Í ongari bók er so nógvur lívsvísdómur savnaður sum í Bíbliuni. Tó skilji eg ikki, at tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin í Bíbliuni mest, ofta vísa minst tolsemi. Tað er ein skemtilig andsøgn.«
Eg eri ómetaliga glaður fyri niðurstøður tínar um Bíbliuna, serliga hesa at ikki kemst uttan um hana, og at tú nevnir tann nógva lívsvísdómin, sum er savnaður í henni. Tað er jú ótrúligt, at hendan bók stendur eftir, meðan alt annnað ferst í gloymskuna bæði kendastu menniskju og fornastu frásøgnir. Men Bíblian heldur á at draga til sín lesarar og at umbroyta menniskju runt heimin allan uttan mun til, hvussu heimsins meldur er farin við teimum.
Frágreiðingin er jú, sum Bíblian sjálv greiðir frá, at orð hennara eru livandi, givin av Honum, sum hevur evsta valdið og sum stjórnar øllum.
Ráð míni eru: Far við opnum fordómsfríum sinni í gongd við at granska Bíbliuna. Tað verður uttan iva týdningarmesta avgerðin, tú tekur í tí partinum av lívinum, sum tú skalt búleikast her á jøðini.
Seinastu setningarnar úr brotinum eri eg eisini samdur við tær í, tó ivist eg í, um tað eru tey somu, vit hugsa um, hesi tú nevnir: tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin í Bíbliuni. Sjálvur skilji eg ikki hesi, sum í kærleiksdyrkan síni aftur og aftur leggja dent á, at Gud er kærleiki, men ikki vilja hoyra orð um, at hesin kærleiksfulli Gud bæði setur mørk og hatar synd. Og eg eri púra samdur við tær í, at júst hesi vísa lítið tolsemi, tá onkur dittar sær at nevna hetta, sum annars er kjarnin í Bíbliuni stríðið millum hin góða og hin ónda.
Sanniliga er Gud størsta opinberingin av kærleika, ið hugsast kann, men tað var í stríðnum móti syndini, at Hann vísti hendan kærleikan. At Hann sendi einasta Son sín at doyggja fyri syndirnar hjá okkum øllum, heilt frá tí sjálvrættvísasta til tað stórsta bølmenni, ið hevur livað, tað er størri enn nakar kann skilja. At Hann letur Sonin, ið onga synd hevur gjørt, gjalda við lívinum fyri syndirnar, hjá enntá sínum egnu drápsmonnum hvør kann skilja slíkan kærleika?
Hann valdi at fara í bardagan við mótstøðumannin okra vegna, tóat Hann fullvæl kendi kostnaðin. Alternativið var at sloppið okkum upp á fjall, men so var úti við okkum, so endaðu vit í hondum mótstøðumansins. Men har á krossinum hendi heimsins stórsta drama, tí har vann Jesus tín og mín sigur á syndini og á upphavi hennara djevlinum.
Er syndin horvin?
Er syndin so burtur í dag ella upphavsmaður hennara? Nei, tíverri, tóat mong, ið dyrka kærleiksboðskapin tykjast halda tað. Bíblian sigur greitt, at upphavið til syndina gongur ljóslivandi okkara millum og enn roynir at »drepa, stjala og forkoma«. Men valdið misti hann á Golgata! Einasta vald hann í dag fær, er tá Honum eydnast at fáa menniskju at trúgva, at hvørki hann ella syndin eru til- ella í besta føri eru harmleys.
At liva í kærleika Guds hongur óloysiliga saman við einum ynski um at halda seg frá mótstøðumanninum og fremsta eyðkenni hansara syndini. At eingin okkara til fulnar megnar tað, er satt, men tað eigur bert at gera virðing okkara fyri Jesus enn størri.
rana@post.olivant.fo